Fyritøkur vilja hava betri møguleikar at útflyta vørur og tænastur

Fyritøkur vilja hava betri møguleikar at útflyta vørur og tænastur
Vinnuhúsið sigur, at fyri hvørt prosent, sum okkara miðal søluprísir vaksa, gevur tað føroyska samfelagnum 150 milliónir krónur í eyka inntøkum um árið
Føroyar útfluttu vørur fyri 12,7 milliardir krónur í fjør, men fyri hvørt prosent, sum okkara miðal søluprísir vaksa, fáast 150 milliónir eyka, sigur Vinnuhúsið. (Savnsmynd: Vinnuhúsið)
 
02.07.2024 - 08:30

Føroyskar fyritøkur vilja hava fleiri og betri møguleikar at útflyta sínar vørur og tænastur. 

Tað vísir nýggj spurnakanning hjá Vinnuhúsinum.

Tey, sum útflyta fisk, vilja hava betri marknaðaratgongd, bæði viðvíkjandi tolli og heilsufrøði.

Tey, sum útflyta tænastur, vilja hava fleiri tvískattasáttmálar.

Føroyar útfluttu vørur fyri 12,7 milliardir krónur í fjør, og í 2022 útfluttu vit tænastur fyri tríggjar milliardir krónur, sigur Vinnuhúsið. 

 

150 milliónir eyka

Vinnuhúsið sigur, at fyri hvørt prosent, sum okkara miðal søluprísir vaksa, gevur tað føroyska samfelagnum 150 milliónir krónur í eyka inntøkum um árið.

Í ávísum førum hava Føroyar nógv verri treytir enn kappingarneytarnir at útflyta vørur og tænastur.

Serliga er hetta galdandi fyri alilaks og uppsjóvarfisk.

Føroyskir útflytarar vilja fáa betri atgongd til Kina, Suðurkorea, Japan og India.

Og saltfiskavinnan vil sleppa at útflyta til Brasil, sigur Vinnuhúsið.

Tað sigur eisini, at fáir tvískattasáttmálar forða føroyingum í at kappast um arbeiði uttanlands. 

Les uppritið her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572