Søkja eftir skúlastjóra til Skúlatrøð

Søkja eftir skúlastjóra til Skúlatrøð
Á Skúlatrøð eru skúlaárið 2024/25 í alt 751 næmingar innskrivaðir í 1. - 10. flokk. Eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík skal hava nýggja skúlastjóra. (Savnsmynd)
 
02.07.2024 - 09:36

Undirvísingarstýrið søkir nú eftir skúlastjóra til skúlan á Skúlatrøð. Starvið verður lýst leyst at seta frá 1. september,  ella sum skjótast eftir tað.

Skúlastjórin hevur millum annað til uppgávu at standa á odda fyri dagførdari, fakligari og námsfrøðiligari menning, at fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari menning. Somuleiðis skal stjórin virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki.

Starvið er sáttmálasett, og er flokkað í lønarflokki 40.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

751 næmingar 

Lønin er í løtuni 59.675,57 kr. umframt 17 prosent í eftirløn. Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetanina.

Á Skúlatrøð eru skúlaárið 2024/25 í alt 751 næmingar innskrivaðir í 1. - 10. flokk. Eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum.

Starvsfólkaliðið á Skúlatrøð er um 80 ársverk.

Á Skúlatrøð er móttøkuskúli fyri næmingum úr hinum skúlunum í Norðoyggjum. Næmingarnir koma í hádeildina á Skúlatrøð. Skúlin umsitur eisini felags førleikastovu fyri skúlarnar í Norðoyggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213