Grikkaland leingir arbeiðsvikuna

Grikkaland leingir arbeiðsvikuna
Sætti arbeiðsdagurin er partur av eini nýggjari arbeiðslóggávu, sum var samtykt í fjør
Grikkar fáa minni tíð at sóla sær á strondini, nú myndugleikarnir hava longt arbeiðsvikuna ein dag. (Savnsmynd: AFP/Ritzau Scanpix)
 
02.07.2024 - 14:02

Fleiri lond, eisini Føroyar, tosa um at stytta arbeiðsvikuna, men í Grikkalandi ganga tey beint ímóti streyminum.

Tí í gjár kom ein skipan við seks arbeiðsdøgum í vikuni - tilsamans 48 tímar - í gildi í Grikkalandi, skrivar enski miðilin The Guardian.

Longda arbeiðsvikan rakar bert privata geiran, og er í útgangsstøðinum bert galdandi fyri privatar fyritøkur, sum veita tænastur alt samdøgrið.

Sætti arbeiðsdagurin er partur av eini nýggjari arbeiðslóggávu, sum var samtykt í fjør, og sum gevur arbeiðsgevarum rætt til at áleggja starvsfólki ein arbeiðsdag aftrat um vikuna fyri 40 prosent aftrat vanligu dagslønini.

 

Fólkatalið minkar

Sambært lóggevarunum er hetta eitt neyðugt stig at taka, tí fólkatalið minkar, og trot er á faklærdari arbeiðsmegi.

Avleiðingarnar av stóru kreppuni í Grikkalandi í 2009 merkjast nú eisini, tí kreppan fekk umleið 500.000 ungar útbúnar grikkar at flyta í onnur lond.

Fakfeløgini hava ikki tikið væl ímóti broytingini, og hava kallað avgerðina hjá tinginum at leingja arbeiðsvikuna "barbariska".

Grikkar hava longu sum er longstu arbeiðsviku í Evropa.

Sambært Eurostat, sum er hagtalsstovnurin hjá ES, arbeiða grikkar í miðal 41 tímar um vikuna, men fáa væl minni í løn enn í flestu øðrum ES-londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117