Læt Epstein manipulera og lumpa seg

Læt Epstein manipulera og lumpa seg
Norska kringvarpið hevur havt samrøðu við Mette-Marit krúnprinsessu, sum er tann fyrsta, síðani fleiri enn tríggjar milliónir skjøl í Epstein-málinum vóru kunngjørd
Mette-Marit krúnprinsessa og Haakon krúnprinsur, tá NRK gjørdi samrøðu við krúnprinsessuna.
Mynd: Torbjørn Brovold/NTB/Ritzau Scanpix  
 
20.03.2026 - 09:01

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, læt seg manipulera og lumpa av amerikanska ríkmanninum og dømda kynsbrotsmanninum, Jeffrey Epstein.

Tað sigur hon í samrøðu við NRK.

Hetta er fyrsta samrøðan, krúnprinsessan ger um málið, síðani amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi fleiri enn tríggjar milliónir nýggj skjøl í Epstein-málinum í januar. Skjølini vístu millum annnað, at hon og Jeffrey Epstein høvdu havt nógv teldupostsamskifti frá 2011 til 2014.

Orðalagið hjá krúnprinsessuni í teldupostsamskiftinum, tá hon til dømis skrivar «you always make me smile» og «you tickle my brain» vakti stóran ans í Noregi og um allan heim. 

Í oktober 2011 skrivar hon til Epstein: "Leitaði teg fram á Google eftir síðsta teldupost. Eg eri samd, tað sær ikki gott út".

Jeffrey Epstein var í 2008 dømdir 18 mánaðir fongsulsrevsing fyri at keypa kynsligan beina frá børnum.

Hann var latin leysur í 2009.

Sambært Epstein-skjølunum lænti Mette-Marit krúnprinsessa húsini hjá Jeffrey Epstein í Palm Beach í Florida í fleiri dagar í januar 2013.

Hon sigur, at hon hitti Epstein síðsta dagin, tá hon var stødd í Palm Beach, og tá kom hann henni í eina ótespiliga støðu, sum gjørdi at hon ringdi til mannin, Haakon krúnprins:

 

20032026_Mette-Marit

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096