Ungarn mælir Ukraina til skjóta vápnahvíld við Russland

Ungarn mælir Ukraina til skjóta vápnahvíld við Russland
Vápnahvíld fer at fáa gongd á friðarsamráðingar heldur Viktor Orban, forseti, sum er á vitjan í Ukraina
Viktor Orban og Volodymyr Zelenskyj í Kyiv í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.07.2024 - 15:01

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, er á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv í dag, har hann hevur hitt ukrainska starvsbróðurin, Volodymyr Zelensky.

Á felags tíðindafundi heitti Orban á Zelenkyj um at umhugsa eina skjóta vápnahvíld við Russland, skrivar Reuters.

Ungarski forsetin heldur, at ein vápnahvíld fer at fáa gongd á friðarsamráðingar við Russland.

Viktor Orban segði eisini, at Ungarn vil hava betri viðurskifti við Ukraina, og Ungarn er til reiðar at hjálpa Ukraina at nútímansgera búskapin. 

 

Hevur formansskapin í ES

Ungarn hevur í løtuni formansskapin í ES, og hetta er fyrstu ferð, at Viktor Orban vitjar Ukraina.

Viðurskiftini millum Ungarn og Ukraina hava ikki verið góð, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. 

Viktor Orban er ivasamur í spurninginum um, at Ukraina skal fáa limaskap í ES, og hann hevur eisini verið ímóti, at ES stuðlar Ukraina.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523