Dómarafelagið: Dysturin verður dømdur kortini

Dómarafelagið: Dysturin verður dømdur kortini
Dómarafelagið hevur fingið vissu fyri, at trygdin til dystin millum NSÍ og 07 Vestur í Betrideildini fríggjakvøldið verður í lagi. Tí verður hann bæði spaldur og dømdur
Trygdin verður í lagi, siga FSF og NSÍ, og tí eru dómararnir nú aftur sinnaðir at døma við Løkin í Runavík
Mynd: Televarpið  
 
02.07.2024 - 20:54

Dysturin í bestu fótbóltsdeildini við monnum millum NSÍ og 07 Vestur fríggjakvøldið verður bæði spældur og dømdur.

Fótbóltssamband Føroya og NSÍ hava veitt Dómarafelagnum vissu fyri, at trygdin við Løkin verður í lagi, og tí er dysturin millum runavíkingar og vágamenn ikki í vanda, skrivar in.fo.

 

Vildu ikki døma við Løkin

Dómarafelagið vildi annars ikki døma fleiri dystir í Runavík, skrivaði in.fo fyrr í dag.

Orsøkin var ógvusliga hendingin eftir dystin í farna umfari millum NSÍ og KÍ, tá ítróttastjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, legði eftir dómaranum, Kára J. á Høvdanum á vøllinum beint eftir dystin og løtu seinni inni í Bylgjuni, høllini, har dómararnir skifta.

KÍ vann tepurt í evstu løtu í spennandi og dramatiska dystinum, men í NSÍ-leguni vóru nógv ónøgd við dømingina í fleiri avgerandi støðum og hildu seg vera við skerdan lut.

 

Treytaleys umbering frá NSÍ

NSÍ hevur í kvøld sent út tíðindaskriv, har felagið gevur bæði FSF og dómaranum treytaleysa umbering fyri hendingina.

 - Vit ynskja við hesum skrivi at koma við eini treytaleysari umbering til FSF og dómaran, Kára J. á Høvdanum fyri hendingina við vøllin eftir loknan dyst í millum NSÍ og KÍ, skrivar felagið.

 - Slík hending má og skal ikki koma fyri, og vilja vit gera okkara fyri, at so er.

NSÍ leggur samstundis afturat, at formaðurin, Karstin Joensen, bað dómararnar um umbering eftir dystin og fylgdi teimum av økinum, og at ítróttastjórin, Eyðstein Skipanes, hevur persónliga biðið Kára J. á Høvdanum um umbering.

Óvist er, um málið fær fleiri avleiðingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666