Blámusoppur á Tjóðsavninum - neyðugt við eykajáttan alt fyri eitt

Blámusoppur á Tjóðsavninum - neyðugt við eykajáttan alt fyri eitt
Biðið verður um 1,4 milliónir kr. í fíggjarnevndarskjali til útgerð og fólk at reinsa forngripir í goymlsuni hjá savninum
Neyðugt er við eykajáttan til Tjóðsavnið, tí vandi er fyri, at forngripir fáa varandi skaða av blámusoppi. (Savnsmynd)
 
03.07.2024 - 12:20

Neyðugt er sum skjótast at flyta forngripirnar í goymsluni hjá Tjóðsavninum í annan bygning, eftir at ógvusligur blámusoppur er staðfestur í bygninginum.

Tí eru limirnir í fíggjarnevnd løgtingsins bidnir at koma á fund fríggjadagin at játta 1,4 milliónir krónur til at reinsa gripirnar fyri blámusopp. 

Neyðugt við fíggjarnevndarskjali. 

Eitt fíggjarnevndarskjal er eitt skjal, ið verður latið fíggjarnevndini, tá ið løgtingið ikki er saman, og tá mett verður, at eitt mál hevur skund. 

Sambært fíggjarnevndarskjalinum hevur málið skund, tí støðan við blámusoppi á goymsluni versnar fyri hvønn dag, og gripirnir fáa varandi skaða. 

Starvsfólk á Tjóðsavninum fáa heldur ikki arbeitt inni á goymsluni, og goymslan er nú læst. 

 

Soppavøkstur sæst á gripunum

Sambært skjalinum, er soppavøksturin so ógvusligur, at hann er sjónligur á gripunum.  

- Tað er tí bráðneyðugt at fáa gripirnar út úr goymsluni, reinsaðar og fluttar í aðra goymslu, eitt nú í goymsluna hjá Tjóðsavninum í Smiðjugerði í Havn. Alneyðugt er, at farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og at farið verður eftir teimum viðkvæmastu gripunum fyrst, verður staðfest í skjalinum. 

Arbeiðið at reinsa goymsluna og tryggja gripirnar verður mett at kosta 3,2 milliónir krónur næstu trý til fýra árini. 

Tørvur er alt fyri eitt á 1,4 milliónum krónum til útgerð, einum konservatori og tveimum hjálparfólkum aftrat verandi starvsfólkum, so arbeiðið kann byrja beinanvegin.

 

Fingu heilsutrupulleikar

Málið hevur sín uppruna í, at Tjóðsavnið fyrr í ár kunnaði Almanna-og mentamálaráðið um, at starvsfólk á Tjóðsavninum, ið arbeiða á goymsluni, fingu trupulleikar við heilsuni, tá ið tey høvdu verið inni á goymsluni. 

Sjúkueyðkennini góvu ábendingar um blámusopp, og tí var ein luftgóðskukanning gjørd á goymsluni. 

Úrslitini í januar vístu ógvusligan soppavøkstur á veggunum og í luftini. Nýggjar kanningar í mars vístu, at hóast stig vórðu tikin til at vaska blámusoppin burtur, var framvegis tilgongd av soppavøkstri. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744