Leigusáttmálin um Tjóðleikhúsið aftur fyri býráðið í dag

Leigusáttmálin um Tjóðleikhúsið aftur fyri býráðið í dag
Ósemja er í býráðsmeirilutanum í Havn um staðsetingina é Eystaru bryggju, og málið var brádliga tikið av skránni fyri býráðsfundin 20. juni
MAP Arkitektar vunnu kappingina um tjóðleikhúsið, skal byggjast á Eystaru bryggju í Havn.
 
03.07.2024 - 14:26

Málið um Tjóðleikhúsið á Eystaru Bryggju í Havn kemur aftur til viðgerðar á eyka býráðsfundi seinnapartin.

Leigusáttmálin um økið, har Tjóðleikhúsið skal vera, skuldi annars avgreiðast 20. juni, men málið bleiv brádliga tikið av skránni, tí semja var ikki í býráðsmeirilutanum um tað.

Ósemja er í býráðsmeirilutanum, um Tjóðleikhúsið í heila tikið skal vera á Eystaru bryggju.

Millum annað hava varaborgarstjórin og formaðurin í mentanarnevnini, Annfinn Brekkstein, og formaðurin í havnarnevndini,Kári Johansen, talað at ætlanini.

Kári Johansen segði soleiðis við útvarpið 17. apríl:

 

03072024_Kari

 

Tað er á hesum økinum á Eystaru bryggju, at ætlanin er at byggja nýggja Tjóðleikhúsið.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur hinvegin, at meðan bygt verður, verður tørvur á umleið 6.000 fermetrum.
 
Eftir málið var tikið av skrá 20. juni, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, við útvarpið, at hann hóast alt væntaði at fáa semju um Tjóðleikhúsið:

 

03072024_Hedin

 

Endurrinda foreldragjald

Á eyka býráðsfundinum í dag, fer býráðið eisini at taka støðu til,  um foreldur skulu fáa endurrindað foreldragjaldið fyri tíðarskeiðið, dagstovnarnir vóru stongdir undir verkfallinum í mai og juni.

Umsitingin væntar, at hetta fer at kosta umleið eina millión og 750.000 kr.

Býráðsfundurin verður kl. 16.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744