Fara at kanna fruktbærið hjá pørum í Føroyum

Fara at kanna fruktbærið hjá pørum í Føroyum
Hóast fólkatalið veksur, so minkar talið av føddum børnum. Hetta fær granskingareindina í Sjúkrahúsverkinum at endurtaka kanning frá 2005 um fruktbæri hjá pørum
(Savnsmynd)
 
11.07.2024 - 14:27

- Í heyst fara vit at senda spurnabløð til kvinnur í 30-unum, har endamálið er at granska fruktbæri hjá føroyskum kvinnum. Hon verður næstan meinlík eini kanning frá 2005, so vit kunnu samanbera, sigur Pál Weihe, professari og granskari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Orsøkin eru tey seinastu tølini frá Hagstovu Føroya, sum vísa eina greiða gongd - talið á nýføðingum minkar.

Taka við mai mánað sum útgangstøði, so vórðu 60 børn fødd í mai mánaði í 2021, 52 í 2022, 50 í 2023, men bara 43 børn vóru fødd í mai í ár.

Spurningurin er, hví hetta hendir, og ein kanning um fruktbæri kann geva nakað av svarinum.

 

Pàl Weihe, professari og granskari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. (Savnsmynd)

 

Kanningin tekur støði í, hvussu long tíð gongur frá tí, at kvinnan ger av, at hon vil hava barn, til hon verður við barn. Tað sigur nakað um fruktbæri.

Men so kunnu tað vera aðrar orsøkir eisini. Er tað tí, at foreldrini ikki hava ráð at fáa børn, at tey stúra fyri støðuni í samfelagnum ella heiminum, ella kanska okkurt heilt annað. 

Pál Weihe sigur, at spurnabløðini verða send til kvinnur í 30-unum umvegis Mín Boks.

- Hetta ger tað munandi lættari hjá okkum. Fólk í dag hava ikki trupulleikar við tí talgilda pallinum, sigur Pál Weihe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609