Barsilsgjaldið er minni enn lønin - kann raka fíggjarstøðuna

Barsilsgjaldið er minni enn lønin - kann raka fíggjarstøðuna
Meira enn triðingurin av kvinnunum, sum eru millum 20 og 40 ára gamlar, forvinna meira enn hámarkið fyri barsilsgjaldið
Turið F. Arge er forstjóri í Føroya Banka.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.07.2024 - 13:07

Nógv forvinna meira, enn tey kunnu fáa í barsilsútgjaldi, sum nú er 30.000 kr. um mánaðin.

Tí kann tað hava avleiðingar fyri fíggjarstøðuna, tá ið fólk skulu í barnsburðarfarloyvi. 

Tað sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka:

 

12072024_Turid_1

 


Turið F. Arge hevur eisini aðrar tankar um, hvussu hámarkið fyri barsilsútgjaldið kann ávirka ungar familjur:

 

12072024_Turid_2

 

 

Hámarkið fyri barsilsgjald er 30.000 kr. um mánaðin, men nógvar kvinnur forvinna meira. (Savnsmynd)

 

Meira enn triðingurin av kvinnunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum eru millum 20 og 40 ára gamlar, forvinna meira enn hámarkið fyri barsilsútgjaldið.

Vanligasta lønin hjá hesum kvinnunum (medianlønin) er sambært Hagstovuni umleið 36.000 krónur.

Hjá nógvum kvinnum kostar tað sostatt 6.200 krónur fyri hvønn mánað í barnsburðarfarloyvi, tá ið tær ikki fáa løn frá arbeiðsgevaranum. Talið er sjálvandi ymiskt, alt eftir hvat kvinnan tjenar. 

 

Menn fáa 12.000 kr. minni

Tá ið talan er um menn, eru tølini størri enn hetta.

Vanligasta lønin hjá monnum í sama aldursbólki er, sambært Hagstovuni, umleið 42.000 krónur. Hjá nógvum monnum kostar tað sostatt umleið 12.000 krónur um mánaðin at fara í barnsburðarfarloyvi, tá ið teir ikki fáa løn frá arbeiðsgevaranum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162