Projektera nú felagsbygning til Fróðskaparsetrið

Projektera nú felagsbygning til Fróðskaparsetrið
Ætlanin er at fara undir byggingina í 2026
Ætlanin er fara undir at byggja felagsbygningin í 2026.
 
12.07.2024 - 14:38

Landsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic um at projektera nýggja felagsbygningin hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Felagsbygningurin er kjarnin í yvirskipaðari heildarætlan um at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum og økið á Debesartrøð í Havn.

 

Ósbjørn Jacobsen, stjóri í Henning Larsen North Atlantic, og Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri á Landsverki.

 

Henning Larsen North Atlantic fer nú undir at projektera bygningin fram til seinnu helvt av 2025.

Løgtingið samtykti í mai mánaði lógina, sum heimilar landsstýrismanninum at halda útreiðslur upp á í mesta lagi 31 milliónir krónur til projektering av felagsbygninginum fram til útboð.

Ætlanin er at fara undir byggingina í 2026.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037