17 demokratar hava tikið stuðulin til Biden aftur

17 demokratar hava tikið stuðulin til Biden aftur
Forsetin ætlar ikki taka seg aftur, hóast tað brýtur í bæði borð, og tað verður heldur ikki sum at siga tað at fáa annað forsetavalevni
Joe Biden, forseti, er undir hørðum trýsti, men ætlar ikki at taka seg aftur sum valevni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.07.2024 - 16:05

Higartil hava 17 demokratar tikið sín stuðul til Joe Biden, forseta, aftur - 16 í Umboðsmannatinginum og ein í Senatinum.

Tað verður tó ikki bara sum at siga tað, um hesi vilja hava Joe Biden at taka seg aftur sum valevni. Biden hevur longu vunnið undanvalini sannførandi, og tí er tað mestsum bara upp til Biden sjálvan at gera av, um hann vil halda fram ella ikki.

Um hann sjálvur velur at taka seg aftur, skulu tey, sum eftir undanvalini hava givið Biden sín stuðul, finna okkurt annað valevni at stuðla. Og tað kann enda sum ein stórur politiskur ruðuleiki, tí so skal ein nýggj demokratisk floksráðstevna finna fram til nýggj valevni.

Ein annar møguleiki er, at Biden sjálvur vísir á varaforsetan Kamalu Harris sum fremsta valevni.

 

Joe Biden og Kamala Harris.

 

Verður ikki av sær sjálvum forsetavalevni

At hon er varaforseti, merkir tó ikki, at hon av sær sjálvum verður valevni, um Biden tekur seg aftur. Hon hevði tá skulað fingið undirtøku frá demokratisku floksráðstevnuni júst sum øll onnur valevni.

Men munurin hevði verið, at pengarnir, sum Joe Biden hevur savnað inn til sítt valstríð, av sær sjálvum høvdu farið til Harris, tí hon stillar upp saman við Biden, og hevur tí eisini rætt til hesar pengarnar.

Møgulig onnur valevni høvdu havt ilt við at fingið fatur á hesum pengum, tí teir tá høvdu farið aftur til flokkin fyrst.

 

626 milliónir

Sambært NBC News hevði Biden 31. mai góðar 91 milliónir dollarar á kontu til at reka valstríð. Tað svarar til góðar 626 milliónir krónur.

Tað er ongantíð fyrr hent, at eitt forsetavalevni hevur tikið seg aftur. Í 1972 tók varaforsetavalevnið  Thomas Eagleton seg aftur, og tá valdi forsetavalevnið George McGovern eitt nýtt varaforsetavalevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424