Kilinudlur fáast aftur - eisini í Føroyum

Kilinudlur fáast aftur - eisini í Føroyum
Mælt verður tó til, at børn ikki eta nudlurnar
Tær eru kortini ikki ov sterkar. Men mælt verður frá, at børn eta tær.
 
16.07.2024 - 06:20

Nú ber aftur til at keypa Samyang Buldak nudlur.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið afturkallingina aftur. 

Mælt verður tó til, at børn ikki eta nudlurnar.

Danska matvørustýrið kom eftir, at so nógv capsaicin er ikki í nudlunum, at tær eru vandamiklar at eta. 

Capsaicin gevur tann sterka brennandi kilismakkin í nudlunum.

Matvørustýrið afturkallaði tí sítt forboð.

Og nú hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt tað sama.

Mælt verður tó sum sagt til, at børn ikki eta nudlurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Nýggjastu sendingar í SV