Formaðurin í økisráðnum: Bakkafrost átti at kunnað um uppsagnir nógv fyrr

Formaðurin í økisráðnum: Bakkafrost átti at kunnað um uppsagnir nógv fyrr
Tað kemur illa við, at Bakkafrost ætlar at siga umleið 80 fólkum upp á kryvjivirkinum í Stornoway í Suðuroyggjum/Hebridunum
Aliringar hjá Bakkafrosti í Skotlandi.
Mynd: Bakkafrost Scotland  
 
16.07.2024 - 09:33

- Avgerðirnar, sum Bakkafrost hevur tikið, eru ikki tiknar eftir einari nátt. At taka 77 arbeiðspláss úr Suðuroyggjum, hevur stóra ávirkan, og fráboðanin um hesi stig átti at verið givin nógv fyrr.

Tað sigur Paul Steele, formaður í Comhairle nan Eilean Siar, sum er staðbundna økisráðið í Suðuroyggjum/Hebridunum, eftir at Bakkafrost hevur boðað frá, at fyritøkan fer at siga 80 fólkum úr starvi.

Og ringar vónir eru um, at virksemið hjá Bakkafrosti verður tikið uppaftur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16072024_Bakkafrost_i_Skotlandi


Sí eisini: Ætla at siga 80 fólkum upp í Skotlandi


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860