Biden: Vance er ein klona av Trump

Biden: Vance er ein klona av Trump
Varaforsetavalevnið hjá Donald Trump góðtekur heldur ikki valúrslitið í 2020, siga tey í starvsfólkaleguni hjá Joe Biden
Joe Biden, forseti, sigur, at hann sær ongan mun á Trump og varaforsetavalevninum Vance.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.07.2024 - 10:22

Í gjárkvøldið kunngjørdi Donald Trump, at hann vil hava James David Vance sum varaforsetavalevni á valinum í heyst.

Núverandi forsetin Joe Biden sigur, at Vance er ein klona av Trump, tá ið tað snýr seg um politiskar spurningar, skrivar Reuters.

- Eg síggi ongan mun á teimum, sigur Joe Biden.

Fyrr um kvøldið umrøddi starvsfólkahópurin í sambandi við valstríðið hjá Biden Vance sum ein víðgongdan MAGA-ekstremist. 

MAGA er stytting fyri rakstrarrópið hjá Trump: Make America Great Again.

- Vance góðtekur ikki 2020-valið, siga tey í starvsfólkahópinum hjá Biden. 

Tey siga eisini, at Vance stuðlar forboði fyri fosturtøku, og at hann atkvøddi ímóti betri atgongd til ísáðing.

- Vance hevur tosað nógv um arbeiðsfólk. Men nú vilja hann og Trump hækka skattin hjá húskjum í miðalstættini, og arbeiða fyri skattalætta til tey ríku, siga tey í Biden-leguni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424