Sterkar nudlur fríkendar

Sterkar nudlur fríkendar
Í nakrar vikur var tað bannað at eta sterkar nudlur í Føroyum og Danmark - men nú eru chili-nudlurnar aftur loyvdar at selja
Nú er hetta aftur loyvt
 
15.07.2024 - 14:03

- Eg tori ikki at siga við vissu hvat vit gera, men vit plaga at fylgja donsku tilmælunum, sigur Bárður Enni, stjótri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Fyri nøkrum vikum síðan setti danska Fødevarestyrelsen bann fyri at selja nudlur av slagnum Samyang Buldak 3 x Spicy Hot Chicken, Samyang Buldak 2 x Spicy Hot Chicken og Samyang Buldak Hot Chicken Stew.

Og Heilsufrøðiliga Starvsstovan helt, at føroyingar vóru líka veikir móti sterka smakkinum og setti somuleiðis bann at selja hesi sløg av nudlum í Føroyum.

At bannið varð sett fekk nógvar útlendskar miðlar at skriva um eymu gómarnar hjá dønum og gjørdu gjøldur burturúr.

Men nú hava danskir myndugleikar funnið út av, at innihaldið av capsaicin ikki er so høgt, at tað er vandamikið. Tað er capsaicin sum gevur tann sterka brennandi chilismakkin.

Donsku myndugleikarnir halda tó enn, at Samyang Buldak 3 x Spicy Hot Chicken er í sterkara lagi fyri danskar gómar og tí stendur tað bannið við - hinir bæði sløgini kunnu nú aftur koma á donsku søluhillarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979