Eingin søkti kommunulæknastørv á Tvøroyri

Eingin søkti kommunulæknastørv á Tvøroyri
Hetta ger, at avloysarar vera framvegis í størvunum á læknamiðstøðini
Eingin umsókn var til bæði kommunulæknastørvini á Tvøroyri. (Savnsmynd)
 
19.07.2024 - 14:48

Eingin umsøkjari var til tey bæði kommunulæknastørvini í læknamiðstøðini á Tvøroyri, sigur Petur Martin Hansen, deildarleiðari hjá Heilsutrygd. 

Freistin at søkja fór á midnátt. 

Størvini kundu setast sum føst, tíðaravmarkað størv ella avloysarastørv, og skuldu eftir ætlan setast 1. september ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Hetta ger, at avloysarar vera framvegis í størvunum á Tvøroyri.

Uml. 1.160 borgarar eru skrásettir at hoyra til aðra viðtaluna, og umleið 1.400 borgarar hoyra til hina viðtaluna.

Í Suðuroyar læknadømi eru umleið 4.560 borgarar. Fýra kommunulæknastørv eru í læknadøminum, og í hinum báðum størvunum eru kommunulæknar í føstum starvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655