Siglingin hjá Smyrli ávirkað av bráðfeingisumvælingum

Siglingin hjá Smyrli ávirkað av bráðfeingisumvælingum
Orsakað av einum breki á einum berileiði í bakborðs skrúvuaksli, er neyðugt at taka Smyril úr sigling, tá ið hann kemur á Havnina kl 19:30 hóskvøldið 25. juli
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2024 - 14:19

"Berileiði á skrúvuakslinum í bakborði er farið, og tað mugu vit skifta beinanvegin," sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi rakstrarleiðari í Strandfaraskipum landsins. 

Tí verður ferðaætlanin hjá Smyrli ávirkað seinnapartin hósdagin og fyrrapartin fríggjadagin. 

Brekið varð staðfest í nátt. 

"Tá eitt sovorðið leiði fer, so kann tað gera stóran skaða á aksilin, um tað ikki verður skift, tí er neyðugt at gera umvælingina skjótast til ber."

Umvælingin fer í gongd í annaðkvøld, hóskvøldið, og tí verða túrarnir av Havnini klokkan 21.15 hóskvøldið og klokkan 07.00 av Krambatanga fríggjamorgunin ikki sigldir. 

"Ferðafólk, ið hava bílagt ferðaseðil til hesar túrar, mugu tí broyta ella bíleggja nýggjan ferðaseðil til aðra fráferð. Gongur sum ætlað, verður fyrsti túrur eftir umvælingina fríggjadagin kl 13:00 av Havnini," sigur  Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. 

1687368

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342