Spyr aftur, hvussu nógv miðfyrisitingin kostar

Spyr aftur, hvussu nógv miðfyrisitingin kostar
Fyrsti grein 52a spurningurin í hesari tingsetuni er longu komin
Fyrsti grein 52a spurningurin er longu komin. Spyrjarin sigur, at hann spurdi eisini í farnu tingsetu, men fekk ikki svar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.08.2024 - 07:09


Fyrsti grein 52a spurningurin í hesari tingsetuni er longu komin.

Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, spyr Aksel V. Johannesen, løgmann, hvussu nógv miðfyrisitingin kostar.

Hann vil hava at vita, hvussu nógv aðalráðini kostaðu árini 2019 til 2023.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann spurdi um tað sama í undanfarnu tingsetu, men fekk ikki svar.

- Løgmaður svaraði ikki, hvussu nógv miðfyrisitingin kostar í krónum um árið, sigur Bárður á Steig Nielsen.

- Tá henda samgongan kom, segði løgmaður, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta meira, sigur tingmaðurin.

Nú hálvtannað ár er liðið, er lýst eftir fólki til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og tríggir nýggir aðalstjórar eru settir. 

Í farnu tingsetu vóru 141 grein 52a spurningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672