Smyril Line: Vegskattur á útlendskar bilar fer at gera ferðavinnuni fortreð

Smyril Line: Vegskattur á útlendskar bilar fer at gera ferðavinnuni fortreð
Stjórin í Smyril Line heldur, at tað er skeivt at leggja fleiri avgjøld á ferðavinnuna, nú hon er við at fóta sær aftur eftir koronu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.08.2024 - 13:02

Smyril Line heldur lítið um ætlanina hjá landsstýrinum at krevja vegskatt - eisini kallað vektgjald - frá útlendskum bilum, sum koma til Føroya, tí tað kastar lítið av sær, men ger vinnuni stórt fortreð.

Lógaruppskotið um at krevja vektgjald frá útlendskum bilum, sum koma til Føroya, skal ætlandi leggjast fyri tingið í heyst.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, ið flytur stórt sæð allar teir útlendsku bilarnar til og úr Føroyum, vísir á, at tað bara kemur at raka ferðavinnuna.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Landsstýriskvinnan nevnir Smyril Line sum ein møguleika, tá ið ætlaði vegskatturin skal krevjast inn.

Men Jens Meinhard Rasmussen dugir ikki at síggja, at avgjaldið fer at kasta nakað av sær yvirhøvur, tí tað mest fer út aftur í umsiting.

At leggja fleiri avgjøld á ferðavinnuna, nú hon er við at fóta sær aftur eftir koronu, hevur stjórin í Smyril Line ilt við at síggja nakra meining í. 

 

INNSLAG_Smyril_Line_damar_ikki_vegskatt_a_utlendskar_bilar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375