Kemur fyri at fólk við sálarligum trupulleikum sova í varðhaldinum

Kemur fyri at fólk við sálarligum trupulleikum sova í varðhaldinum
Ein lækni metur í hvørjum føri um, hvørt ein persónur er nóg væl fyri til at sova í varðhaldinum
Savnsmynd
Mynd: Gestur Lómstein  
 
08.08.2024 - 13:01

Tað kemur fyri, at fólk við stórum sálarligum trupulleikum sova í varðhaldinum hjá løgregluni, tí tey eru so illa fyri. Tað sigur Sten Nørskov, chefpolitiinspektørur.

"Tað er tó altíð ein lækni, ið metir um, hvørt viðkomandi er nóg væl fyri til at yvirnátta í varðhaldinum ella um tey skulu inleggjast," leggur hann afturat. 

 

Í fleiri ár hevur verið tosað um, at vit mangla eina psykiatriska skaðastovu í Føroyum, sum fólk, ið fáa trupulleikar uttanfyri vanligu arbeiðstíð, kunnu fáa hjalp. Men enn er hon ikki komin. 

Í vár var politiska loysnin, at vaktlæknin varð útbygdur við telefonlinju til psykiatriska depilin. Men javnan hoyra vit um fólk, ið eru so illa fyri sálarliga, at løgreglan má senda servand løgreglufólk eftir viðkomandi. 

 

Men hvørjar eru mannagongdirnar, tá løgreglan fer eftir fólki, sum eru so illa fyri sálarliga, at tey eru til ampa fyri kringumstøðurnar?

Tað hava vit spurt Sten Nørskov, chefpolitiinspektør, um. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650