Brigitte Bardot vil hava Watson leysan

Brigitte Bardot vil hava Watson leysan
Paul Watson hevur uppiborið eitt gullheiðursmerki fyri sítt dirvi og ósjálvsøkna arbeiði, skrivar fyrrverandi filmsstjørnan Brigitte Bardot í brævi til Mette Frederiksen
Skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, avmyndað í Nólsoyarfirði í fjør. Watson varð handtikin í Nuuk í farna mánaði, tá skipið kom inn at bunkra
 
10.08.2024 - 14:36

Fyrrverandi filmsstjørnan Brigitte Bardot heitir nú eisini á donsku stjórnina og Mette Frederiksen um at lata Paul Watson leysan.

Í einum brævi til Mette Frederiksen sigur 89 ára gamla Brigitte Bardot, at tað ikki tænir Danmark til heiðurs at hava handtikið Paul Watson, sum hevur brúkt sítt lív til at verja eitt hótt djóraslag.

Hon vísir á, at franski forsetin Emmanuel Macron longu hevur heitt á hana um tað sama, og at fraklendingar eru sera skelkaðir av donsku framferðini.

Paul Watson hevur uppiborið eitt gullheiðursmerki fyri sítt dirvi og ósjálvsøkna arbeiði, og hann má ikki enda í einum japanskum fongsli, tí tað hevði verið sum at givið honum deyðarevsing, sigur Brigitte Bardot og leggur afturat, at tað, at Danmark er samsekt í, at grindahvalir verða slátraðir í Føroyum, er ein stór skomm, og at tann danska skommin ikki eigur at gerast størri við, at japanskir veiðisníkar fáa Paul Watson útflýggjaðan.

Paul Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli og hevur sitið í varðhaldi síðani, meðan donsku myndugleikarnir umhugsa, um hann skal útflýggjast til Japan, har hann er eftirlýstur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221