Hans Petur í Brekkunum: Føroya Symfoniorkestur skal eisini fevna breitt

Hans Petur í Brekkunum: Føroya Symfoniorkestur skal eisini fevna breitt
Konsertinar, sum hava verið um vikuskiftið, eru dømi um konsertir, ið fevna breitt. Tað hevur týdning, tí vit skulu venda okkum til fleiri fólk, sigur stjórin
Vit arbeiða við ymsum konsertum, sum ikki eru traditionelt klassiskar - sokallaðar "crossover konsertir", sum fevna um samstarv við rútmiskan tónleik, fortelur Hans Petur í Brekkunum.
 
11.08.2024 - 16:03

Føroya Symfoniorkestur hevur um vikuskiftið havt tvær konsertir. Tann fyrra var í Lívdini í Hoyvík, meðan tann seinna var í konserthúsinum hjá Danmarks Radio í Keypmannahavn.

Tey, sum vóru til konsertinar, kundu millum annað hoyra nýtt tilfar frá songkvinnuni Eivør. "Slíkar konsertir fevna breitt, og tað hevur stóran týdning," sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Symfoniorkestrinum. 

Hans_Petur_um_symfoniorkestri_lidugt

 

Til ber at síggja ein part av aðalroyndini her: Til aðalroynd við Symfoniorkestrinum og Eivør

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037