Grikkar biðja um hjálp

Grikkar biðja um hjálp
Luftin í grikska høvuðsstaðnum, Aten, er so mikið illa dálkað av royki, at tað er trupult at anda
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.08.2024 - 15:26

Grikkaland er illa rakt av skógareldum, og nógvi hitin ger eisini støðuna verri. 

Luftin í grikska høvuðsstaðnum, Aten, er nú so mikið illa dálkað av royki, at tað er trupult at anda.

Grikskir myndugleikar biðja nú Kroatia og Spania um hjálp at basa nógvu skógareldunum í landinum.

Tað skrivar BBC.

 

Millum annað eru 65 fólk flutt burtur úr einum psykiatriskum sjúkrahúsi í bygdini Penteli, og streymslit ger sløkkiarbeiðið trupult.

Fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr økjum, har harðast leikar á.

 

Nógvi vindurin fær eldarnar at eta seg gjøgnum stór øki við nógvari ferð, meðan griksku myndugleikarnir royna at fáa tamarhald á støðuni. 

Fólk eru flutt burtur úr 11 býum, harundir trimum sjúkrahúsum, eitt nú úr søguliga býnum Marathon, sum liggur 40 kilometrar frá Aten. 

Fleiri enn 670 sløkkiliðsfólk, 17 vatnbumbuflogfør, 15 tyrlur og 183 brandbilar eru, sambært AP, í brúk fyri at basa eldinum, ið kyknaði sunnudagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053