Bjørn Kunoy: - Vit gera alt fyri at fáa tær heim

Bjørn Kunoy: - Vit gera alt fyri at fáa tær heim
Randi Johansdóttir Abbes er fangað í Algeria, tí maðurin vil ikki loyva henni at taka dóttrina við aftur til Føroya. Føroyska uttanríkistænastan er í málinum
15.08.2024 - 19:34

Føroyska uttanríkistænastan arbeiðir av øllum alvi fyri at fáa Randi og dóttrina heim aftur til Føroya. Men tað kann fara at taka langa tíð, sigur Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Uttanríkistænastuni.

Tað skuldi vera ein hugnaligur familjutúrur til Algeria, men túrurin bleiv nakað heilt annað.

Randi Johansdóttir Abbes giftist í 2019 við Ali Abbes og í august 2020 fingu tey eina dóttur saman. Tey búsettu seg í Sumba, og í juni í fjør skuldu tey so fara fyrsta túrin til Algeria at vísa familjuni lítlu dóttrina. Við á ferðini vóru eisini tvey tannáringabørn, sum Randi átti frammanundan.

Tey vóru ikki meira enn komin fram, so kom stóri skelkurin.

Randi sendi tannáringabørnini aftur til Føroya, sum nú eru í Sumba hjá ommuni og abbanum. Sjálv valdi hon at vera fyribils hjá manninum saman við dótturini.

Tað eydnaðist Randi í mai at boða frá síni støðu og at fáa hjálp at flýggja frá manninum. Síðani hava hon og dóttirin flýggjað millum ymiskar bústaðir í Algeria. Millum annað hava tær búð á kvinnuhúsi, í einari katólskari kirkju og síðani fingið ból og bita ymsastaðni.

Størsta ynski hjá Randi er at sleppa út úr landinum við dótturini. Hon hevur meldað mannin og bíðar eftir einum rættarmáli, har hon vónar, at úrskurðurin verður, at hon sleppur út. Men hon er eisini til reiðar, um úrslitið verður ørðvísi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098