Turkur valdar í sunnara parti av Afrika

Turkur valdar í sunnara parti av Afrika
Turkur valdar í sunnara parti av Afrika, og um 68 milliónir fólk mangla nú mat
Í Simbabvi merkist turkurin.
Mynd: Philimon Bulawayo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.08.2024 - 18:30

Tað upplýsir felagsskapurin SADC, sum skipar samstarvið millum londini í økinum.

Turkurin elvir til misvøkstur, mattrot og rakar eisini búskapin í teimum 16 londunum í økinum, millum annað Tansania, Simbabvi og Sambia, skrivar NRK.

Okkurt um 68 mió. fólk, ella 17 prosent av fólkunum í økinum, tørva nú matvøruhjálp uttanífrá, upplýsir Elias Magosi, aðalskrivari í SADC.

Veðurfyribrigdið El Nino og veðurlagsbroytingar fáa skyldina fyri, at regntíðin í ár er seinkað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449