U15-kvinnulandsliðið í fótbólti vann sannførandi móti Letlandi

U15-kvinnulandsliðið í fótbólti vann sannførandi móti Letlandi
Eftir eitt tepurt og harmiligt 3-2 tap móti Litava í gjár, so reistu U15-kvinnulandsliðið í fótbólti seg í dag og vann 3-1 móti Letlandi í Baltic Cup
 
21.08.2024 - 15:05

Føroya U15-kvinnulandsliðið í fótbólti luttekur í hesum døgum í Baltic Cup í Estlandi. 

Í gjár, mánadagin, spældu Føroyar móti Litava, men taptu tepurt 3-2, hóast Føroyar vóru á odda 2-1. Sigrið Hansdóttir skeyt bæði málini. 

Tíverri fekk málverjin eitt óheppið reytt kort í tí dystinum, og tað kostaði í síðsta enda sigurin. 

 

Vunnu sannførandi

Hetta merkti eisini, at málverjin ikki fekk verið við í dystinum í dag ímóti Letlandi, men tað sást ikki aftur á avrikinum.

Føroysku U15-fótbóltskvinnurnar vunnu sannførandi 3-1 móti Letlandi. 

Nú restar ein dystur í kappingini, og hann er fríggjadagin móti Estlandi. 


Tvímálsskjúttin og liðskiparin á føroyska U15-kvinnulandsliðnum í fótbólti, Sigrið Hansdóttir
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375