Asta Danielsen kappast um at gerast Miss Danmark

Asta Danielsen kappast um at gerast Miss Danmark
- Mær er fullgreitt, at nógvir fordómar eru um slíkar kappingar, sigur 28 ára gamla Asta Danielsen úr Hoyvík, sum 1. september kappast um at gerast Miss Danmark.
 
22.08.2024 - 11:14

1. september trína 30 kvinnur á pall í Sirkusbygninginum í Keypmannahavn at kappast um at gerast Miss Danmark.

Millum tær 30 er ein føroyingur. Hon eitur Asta Danielsen og er úr Hoyvík.

- Tað var av tilvild, at eg sá eina lýsing á instagram, sigur 28 ára gamli hoyvíkingurin, sum seinasta hálva árið hevur havt úr at gera at fyrireika seg til kappingina.

 

Longu lært eina rúgvu

Tilgongdin hevur nevniliga verið drúgv, síðani hon sendi umsóknina inn. Fyrst skuldi hon til samrøðu. Síðani fekk hon at vita, at hon slapp víðari. Harnæst hevur hon luttikið á fleiri verkstovum, har tær hava lært, hvussu tær skulu bera seg at til slíkar kappingar: 

 - Vit læra at ganga catwalk, vit læra um poseringar, vit læra at tosa við miðlar og alt, sum er viðkomandi fyri kappingina, sigur Asta Danielsen.

Hon vísir á, at í veruleikanum hava tær lært at ganga av nýggjum.

 - Tú fert ígjøgnum eina stóra persónliga broyting eisini, sigur hon.

 

Snýr seg um annað enn útsjónd

Kappingin Miss Danmark snýr seg ikki bara um útsjónd, hóast ivaleyst fleiri hugsa júst tað.

 - Mær er fullgreitt, at nógvir fordómar eru um slíkar kappingar, har tað einasta, tað snýr seg um, er at standa har og síggja pen út. Tað er ikki soleiðis, tað gongur fyri seg, sigur Asta Danielsen, sum vísir á, at dómararnir eisini meta, hvussu tú ert sum persónur.

Millum annað hava luttakararnir júst verið til samrøðu, har tær vórðu spurdar um ymiskt - eitt nú, hvussu tær høvdu nýtt heiðurin Miss Danmark.

Harumframt skulu tær luttaka í sjálvbodnum arbeiði. Asta Danielsen valdi at gera ein lýsingarfilm fyri Beran í Føroyum.

 

Ætlar sær at vera ærlig

Væntast kann, at luttakararnir eisini fáa nakrir spurningar á sjálvum finaludegnum. Tá er upplagt at leggja ein góðan taktikk og svara so sympatiskt sum gjørligt.

Men Asta Danielsen hevur longu sett sær fyri, at hon fer at svara so ærligt sum gjørligt.

 - Og er tað ikki tað, sum tey leita eftir til at umboða Miss Danmark, so er tað eisini í lagi, sigur Asta Danielsen.

 

Hoyr longri samrøðu, sum Summarmorgun hevði við Astu Danielsen her:

 
 
1691683

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979