Ocean Rainforest aftur hall í fjør, men vónirnar eru framvegis góðar

Ocean Rainforest aftur hall í fjør, men vónirnar eru framvegis góðar
Fyritøkan hevur havt tilsamans 43 milliónir í halli seinastu 16 árini
Hóast Ocean Rainforest hevur havt avbjóðingar seinasta árið, vaks taraskurðurin í Føroyum 47 prosent sammett við árið fyri.
Mynd: Ocean Rainforest  
 
22.08.2024 - 12:52

Føroyska taraalifyritøkan Ocean Rainforest hevði 19,6 mió. kr. í halli í fjør.

Men stjórin, Ólavur Gregersen, hevur enn góðar vónir um eina lønandi vinnu í framtíðini.

 

Ólavur Gregersen er stjóri í Ocean Rainforest. (Mynd: Ocean Rainforest)

 

Hann sigur, felagið er framvegis í einari menningartilgongd, og tí roknar felagið við at hava hall í roknskapinum í tvey ár aftrat.

Ocean Rainforest var stovnað í 2007, og felagið hevur havt tilsamans 43 milliónir í halli seinastu 16 árini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22082024_Ocean_Rainforest

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860