Dómur fallin í máli um svik við klænkiheilivági

Dómur fallin í máli um svik við klænkiheilivági
Í dag er dómur fallin í einum av fleiri málum um svik við klænkiheiliváginum Ozempic
Ozempic
Mynd: Shutterstock  
 
23.08.2024 - 15:33

Ein 56 ára gomul kvinna úr Hvidovre er dømd sjey mánaða fongsulsrevsing fyri at svika við klænkiheiliváginum Ozempic.  

Tað upplýsir rætturin í Glostrup, skrivar DR.

Kvinnan er dømd treytaleysa fongsulsrevsing í tveir mánaðir, meðan restin er treytað. 

Harumframt skal hon rinda 317.971 krónur aftur til Regiónina í Keypmannahavn, og hon skal eisini rinda sakarmálskostnaðin. 

 

Svikaði seg til heilivág

Kvinnan hevur fingið útlýggjað so nógvan heilivág, at hann kundi rokkið til níggju ár, skrivar DR. 

Sambært ákæruni fekk kvinnan av órøttum almennan stuðul til Ozempic í 2023, sum er farin upp um 300.000 krónur. Hon hevur síðani selt heilivágin sum klænkihjálp. 

Hetta átti ikki at borið til. Men sambært DR hevur kvinnan svikað við upplýsingum, sum hevur gjørt hetta møguligt. 

Fleiri mál um svik við klænkiheiliváginum Ozempic skulu í hesum døgum fyri rættin í Danmark. Hetta málið er tað fyrsta av 33. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815