Nú verður glas sett í stórhøllina Við Tjarnir

Nú verður glas sett í stórhøllina Við Tjarnir
800 fermetrar av glasi skulu setast í stórhøllina við Tjarnir í Hoyvíkshaganum, og arbeiðið, ið byrjaði í vikuni, verður væntandi liðugt 1. oktober, sigur Articon
Mynd: Articon  
 
24.08.2024 - 09:56

Tað gongur við rúkandi ferð at byggja nýggju stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík. 

Talan er um ein bygning, sum verður lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting frá venjingarhøll til ein hondbóltslandsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Við Tjarnir verður í trimum hæddum og hevur eina gólvvídd upp á 8.100 fermetrar.

2.200 sitipláss og 500 standipláss vera til hondbóltsdystir og annan innanduraítrótt, meðan tað kunnu vera 3.200 sitipláss ella 4.700 standipláss til konsertir. 

Herfyri bleiv eisini greitt, at Regin W. Dalsgaard verður fyrsti stjóri í stórhøllini Við Tjarnir. 

 

Seta 800 fermetrar av glasi í 

Tað er byggifyritøkan Articon, ið stendur fyri at byggja við Tjarnir, og Articon hevur lagt nakrar myndir út av arbeiðinum í sambandi við, at tað verður gjørt klárt at seta vindeygu og glasfasaduna í stórhøllina. 

Fyrstu vindeyguni og glasfasadurnar komu til landið í vikuni. Í alt 800 fermetrar av glasi skulu setast í stórhøllina við Tjarnir, og arbeiðið verður væntandi liðugt tann 1. oktober, skrivar Articon. 

Tað er danska fyritøkan Tarpgaard A/S, sum er heimahoyrandi í Fredericia, ið stendur fyri arbeiðinum. 

Eftir ætlan, so skal stórhøllin við Tjarnir í Hoyvíkshaganum standa liðug síðst í januar 2025.

 

Fleiri myndir av byggingini kunnu síggjast á Facebook-vanganum hjá Articon.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489