Krevur harðari revsing fyri hassj

Krevur harðari revsing fyri hassj
Ákæruvaldið fer í dag at royna at fáa Landsrættin at fella harðari dómar, enn Føroya rættur gjørdi í størsta rúsevnismáli, sum higartil hevur verið í Føroya rætti
Hassj verður selt fyri 250 til 300 krónur grammið. So 50,5 kilo eru verd næstan 16 mió. kr.
 
28.08.2024 - 06:14

Ákæruvaldið fer í dag at royna at fáa Landsrættin at fella harðari dómar, enn Føroya rættur gjørdi í størsta rúsevnismáli, sum higartil hevur verið í Føroya rætti.

Tveir ungir føroyingar fingu hálvan apríl ávikavist tvey ár og sjey mánaðir og tvey ár og tríggjar mánaðir.

Ákæruvaldið kravdi trý ár og fer at krevja meira enn trý ár í Landsrættinum í dag.  

Ein triði maður, hann er úr Litava, var fríkendur fyri at hava smuglað og selt rúsevni. 

Men hann bleiv dømdur fyri harðskap, hóttanir eftir lívinum og frælsistøku av tí eina føroyinginum. 

Fyri tað fekk hann fýra mánaðir og var vístur av landinum. 

Ákæruvaldið hevur ikki appellerað frídømingina fyri hassjið.

Talan er um 50,5 kilo av hassji.  

Allir menninir noktaðu seg sekar, tá teir vóru í Føroya rætti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523