Meira enn helvtin av útróðrarflotanum er eldri enn 30 ár

Meira enn helvtin av útróðrarflotanum er eldri enn 30 ár
60 útróðrarbátar reka vinnuligan fiskiskap, og bara fimm eru komnir aftrat seinastu 20 árini
Útróðrarflotin verður ikki endurnýggjaður, sigur Sjóvinnustýrið. (Savnsmynd)
 
29.08.2024 - 08:33

Størra helvtin, 62 prosent, av teimum útróðrarbátum, sum reka vinnuligan fiskiskap, eru eldri enn 30 ár.

Tað siga tøl hjá Sjóvinnustýrinum.

Tey vísa, at útróðrarflotin er gamal, og hann verður als ikki endurnýggjaður. 

60 útróðrarbátar reka vinnuligan fiskiskap.

Bara fimm eru komnir aftrat hesum flotanum seinastu 20 árini.

 

Fáir hava siglingarloyvi

Sera fáir vinnuligir útróðrarbátar hava galdandi siglingarloyvi.

Sjóvinnustýrið sigur, at í bólki 5A sigla bara 36 prosent lógliga.

Í bólki 5B, sum er fyri teir, sum fiska fyri meira enn 200.000 krónur, sigla bara 39 prosent lógliga.

Tað er eitt krav, at hesir bátar verða sýnaðir, áðrenn Sjóvinnustýrið gevur teimum siglingarloyvi.

Trygdin var nógv betri, um tað galdandi siglingarloyvi var kravt, áðrenn útróðarbátur fekk fiskiloyvi.

Støðan er als ikki í lagi, sigur Sjóvinnustýrið, sum fer at rætta skeivleikan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672