Varðhaldsfongslingin av Watson enn einaferð longd

Varðhaldsfongslingin av Watson enn einaferð longd
Danska løgmálaráðið er enn ikki komin við nakrari avgerð um útflýggingarspurningin, og tí skal Paul Watson framhaldandi verða varðhaldsfongslaður í Nuuk
 
04.09.2024 - 13:47

Enn einaferð hevur dómstólurin í Grønlandi avgjørt, at varðhaldsfongslingin av umhvørvisaktivistinum Paul Watson skal halda fram – hesa ferð fram til 2. oktober.

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Paul Watson hevur kært avgerðina til Landsrættin í Grønlandi, sum nú skal gera úrskurð í málinum.

Málið var fyri í rættinum í dag, og grundgevingin fyri, at varðhaldsfongslingin skal leingjast, er, at danska løgmálaráðið enn ikki er komið við nakrari niðurstøðu, hvørt grundarlag er fyri at útflýggja Paul Watson til Japan ella ikki.

Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, segði annars við Kringvarpið í farna mánaði, at danska løgmálaráðið fór at koma við einari avgerð áðrenn rættarfundin í dag, um tað grundarlag fyri at útflýggja Paul Watson til Japan, men eingin avgerð er komin.

Kemur danska løgmálaráðið fram til, at grundarlag er fyri at útflýggja Paul Watson til Japan, so verður tað upp til politiið í Grønlandi at gera av, um treytirnar fyri útflýggjan eru til staðar.

Japan vil hava hann útflýggjaðan
Kanadisk-amerikanski umhvørvisaktivisturin var handtikin á bryggjuni í Nuuk tann 21. juli vegna altjóða handtøkuboðið úr Japan frá 2010. Danska løgreglan hjálpti til við handtøkuni.

Japan ákærir Watson fyri eina hending í Suðurhøvum, har japanskir ​​hvalaveiðumenn vóru og veiddu hval.

Myndugleikarnir í Japan halda, at umhvørvisaktivisturin forðaði japansku hvalaveiðumonnunum við teirra virksemi.

Japan hevur sent Danmark umbøn um at lata Watson, men sjálvur vil Watson ikki útflýggjast, og sakførarar hansara halda, at tað er brot á ES-sáttmálar.

 

Umstrítt video víst í rættinum
Umhvørvisaktivisturin Paul Watson og verjar hansara hava arbeitt við, at rætturin skal síggja eitt videobrot, sum, sambært verjunum, prógvar, at einki ólógligt er farið fram í samband við hendingina í Suðurhøvum, og at nakrar av ákærunum móti Watson eru ógrundaðar.

Tá rættarfundur var tann 15. august, tá loyvdi dómarin ikki, at videobrotið bleiv víst.

Sermitisiaq.AG skrivar, at dómarin loyvdi sýningina av videobrotinum hesa ferð, og sambært Sermitsiaq, so vísti sjónbandið, sum vardi í 4,5 minuttir, at ein gummibátur sigldi og skeyt stinkbumbur móti einum skipi, men at eingin var á dekkinum tá.

Hóast videobrotið varð spælt í rættinum í dag, so broytti tað ikki avgerðina, og tí skal Paul Watson nú sita varðhaldsfongslaður í Nuuk fram til 2. oktober - um Landsrætturin staðfestir avgerðina hjá dómstólinum í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Folkaflokkurin í heita stólinum (3:7)
205765