Ferðmátingar og ferðsluóhapp

Ferðmátingar og ferðsluóhapp
Politiið hevur um vikuskiftið tikið bilførarar fyri at koyra ov skjótt og ein fyri at vera rúsevnisávirkaður, og ósketni var helst orsøk til, at ein bilur við tveimum fór útav
Tríggir bilførara vóru í fyrrakvøldið tiknir fyri at koyra ov skjótt
Mynd: Thomas Schmidt Nørgaard/DR  
 
08.09.2024 - 09:40

Í morgun var eitt lítið ferðsluóhapp á Skála, har ein bilur við tveimum fólkum fór oman av vegnum, og tey blivu bæði send á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Helst er óhappið hent av ósketni, og politiið hevur ongan illgruna um nakað revsivert, so meira verður ikki gjørt við tað.

Í fyrrakvøldið gjørdi politiið eitt ferðsluátak millum Kambsdal og Gøtu, og har blivu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Ein fekk klipp fyri at koyra 74 km/t við Gøtugjógv, ein 20 ára gamal fekk koyriforboð fyri at hava koyrt 86 km/t í Gøtu, og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at hava koyrt 117 km/t á Kambsdali.

Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið var ein bilførari í Suðuroy steðgaður fyri rúsevniskoyring, og blóðroynd tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666