Býráðslimir kunnu fáa rokning

Býráðslimir kunnu fáa rokning
Býráðslimirnir kunnu fáa rokning fyri at rinda eykarokning, heimild ikki er fyri.
10.09.2024 - 19:24


Ein eykarokning frá J&K á 6,5 mió. kr. fyri langhylin er endað á borðinum hjá Tórshavnar Kommunu. 

Meirkostnaðurin er fyri rentu- og príshækkingar, ið standast av óvanliga prísvøkstrinum, sum hevur verið seinastu árini. 

Rokningina hevur eitt samt býráð valt at rinda, hóast tey ikki hava lov til tað. 

 

Trupulleikin í hesum førinum er, at tá arbeiðstøkusáttmálin varð undirskrivaður, so var hædd tikin fyri, hvussu prísøkingar skulu greiðast. 

Tí hevur kommunan ikki hevur skyldu at rinda útyvir tað, sum er ásett í avtaluni, sambært Eyðbjørn Larsen, advokatur, sum Tórshavnar Kommuna hevur leitað sær ráðgeving frá.

Tað visur innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. 


Málið skal viðgerast í býráðnum eina ferð aftrat, aðrenn tað er endaliga samtykt.

Um samtykt verður at rinda rokningina, kunnu býráðslimirnir ábyrgdast fyri tað. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. september
"Vit tora ikki at tosa frítt!"
180015
Týsdag 10. september
Norðurljóð 9.september 2024
180452
Týsdag 10. september
Norðurljóð 2.september 2024
180451
Týsdag 10. september
Góðan morgun Føroyar
180427
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. september
Veðrið
180470
Týsdag 10. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180424
Sunnudag 8. september
3-2
180345
Sunnudag 8. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
180364
Leygardag 7. september
Veðrið - teknmálstulkað
180295