Hovs kommuna millum tær bestu í landinum

bannari
Hovs kommuna millum tær bestu í landinum
Kommunukanningin vísir, at Hovs kommuna fær 89 av 100 stigum í nøgdsemi og 95 prosent í loyaliteti
Delmar Tausen er borgarstjóri í Hovs kommunu.
Mynd: Hallur av Rana  
 
13.09.2024 - 11:47

Tað kemur óvart á borgarstjóran í Hovs kommunu, at kommunan er millum tær bestu í landinum í stóru kommunukanningini.

Kommunan fær 89 stig av 100 í nøgdsemi og 95 stig í loyaliteti, sum er tað mesta av øllum kommununum í landinum.

Delmar Tausen, borgarstjóri, er fegin um úrslitið, sum hann ikki hevði væntað:

 

13092024_Delmar_1

 

 

27 fólk í Hovi svaraðu kommunukanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Tá tey verða spurd, um tey høvdu mælt øðrum til at flyta til kommununa, fær kommunan 95 av 100 stigum, sum er tað besta úrslitið av øllum kommununum.

Hóast góða úrslitið, hevur kommunan ikki nógv hús ella grundstykki at bjóða fólki, sum vilja flyta til Hovs:

 

13092024_Delmar_2

 

Hov

 

Til seinasta bygdarráðsval í Hovi, var kommunan næstan í undantaksstøðu. 

Tá freistin var farin at koma við valevnum, vóru ov fá fólk, sum stillaðu upp til bygdarráðið og tí var neyðugt við longdari freist. 

Tá avtornaði komu tvey fólk aftrat á øðrum lista.

Delmar Tausen, borgarstjóri, heldur, at nógv bendir á, at fólk hava ikki hug at fara upp í kommunalpolitikk í Hovi:

 

13092024_Delmar_3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366