Hildið verður fram at skerja ríkisveitingina

Hildið verður fram at skerja ríkisveitingina
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni
Bárður á Steig Nielsen hevur fingið svar frá løgmanni um ríkisveitingina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.09.2024 - 14:22

Sum er, er ikki grundarlag fyri endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann, sum spurdi, um hildið verður fæst við ætlanina at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt.

Løgmaður sigur, at við einum mettum búskaparvøkstri upp á 3,3 prosent, sum er langt frá einum negativum búskaparvøkstri, er ikki grundarlag fyri at endurskoða ríkisveitingina.

Men broytist støðan, og búskaparvøksturin verður negativur, verður ætlanin um ríkisveitingina endurskoðað, sigur Aksel V. Johannesen. 

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn er semja um, at ríkisveitingin skal lækka 25 milliónir kr. um árið í valskeiðnum, ella tilsamans 100 milliónir kr. 

Tó skal ætlanin endurskoðast, um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, stendur eísini í samgonguskjalinum.

Les alt svarið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158