Stjórin í Faroe Music Export: Hetta gloppar nógvar dyr

Stjórin í Faroe Music Export: Hetta gloppar nógvar dyr
"Eg rokni við, at hetta verður sæð sum einki minni enn ein stórhending har úti í altjóða tónleikaheiminum”, staðfestir Glenn Larsen, stjóri í FMX.
Bjarni Árting Rubeksen
Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export
17.09.2024 - 22:00

Tað fer uttan iva at gloppa nógvar dyr til altjóða tónleikapallin fyri føroysk tónlistafólk, at Føroyar vera í fokus, tá kendi tónleikafestivalurin The Great Escape í Brighton, Onglandi, fer av bakkastokki í mai næsta ár.

Tað væntar Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export (FMX).  

The Great Escape í Brighton verður roknaður sum størsti tónleikafestivalur av sínum slagi í Evropa. Talan er um ein tónleikavinnufestival, har umboð fyri tónleikaídnaðin úr øllum heiminum hittast. Á hvørjum ári eru 16.000 áhoyrarar og meira enn 4.500 umboð fyri tónleikavinnuna úr øllum heiminum á The Great Escape, har 450 av mest spennandi nýggju tónleikanøvnunum sleppa at vísa seg fram.

"Tónleikavinnufestivalar sum The Great Escape eru ein sera góð lopfjøl hjá nýggjum tónleikanøvnum út á altjóða tónleikapallin. Tað er ofta har, ið tey blíva uppdagað," staðfestir Glenn Larsen, stjóri í FMX,

Hann vísir á, at heimskend tónleikanøvn sum Adele og Ed Sheeran, Sigrid, Aurora, Rag’n’Bone Man, John Grant, Wet Leg, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite og Laura Marling, fyri at nevna nøkur, hava gjørt júst tað - brúkt The Great Escape sum lopfjøl til eina tónleikayrkisleið. 

 

Tónleikarar sjálvir skapt møguleikan

Hóast lítla tónleikaútflutningsstovan FMX arbeiðir fyri at fáa føroyskan tónleik og føroysk tónlistafólk út um landoddarnar, so eru tað tónlistafólkini sjálvi, ið eiga heiðurin fyri, at Føroyar nú verða í fokus á The Great Escape næsta ár.

"Tey tónleikanøvn, ið áður hava luttikið á The Great Escape, hava verið dugnalig, professjonell og tískil staðið sterk í myndini, og tí hava vit í grundini fingið hendan gylta møguleikan."

Av teimum føroysku tónleikanøvnunum, ið hava luttikið á The Great Escape, kunnu nevnast Joe and the Shitboys, Aggrasoppar, Elinborg, Marius Ziska, FRUM, JazzyGold, Marianna Winter, Brimheim og Kóboykex. 

Hvørji tey átta tónleikanøvn, ið sleppa at umboða Føroyar á The Great Escape, vera, er ov tíðliga at siga enn. 

"Tað er heilt og heilagt fólkini hjá The Great Escape, ið avgera tað," staðfestir Glenn Larsen. 

"Men øll tónlistafólk og - nøvn, ið ynskja at luttaka á The Great Escape, noyðast at søkja um tað, og tá er tað uttan mun til, um tú eitur Adele ella Ed Sheeran."

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610