Ísrael hækkar tilbúgvingina eftir spreingingar í Libanon

Ísrael hækkar tilbúgvingina eftir spreingingar í Libanon
Tólv fólk lótu lív, og fleiri enn 3.000 vóru særd, tá fleiri hundrað kallingartól hjá Hizbollah-limum sprongdust í senn
Fleiri hundrað kallingartól hjá Hizbollah-limum í Libanon sprongdust í senn.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.09.2024 - 14:45

Ísraelski herurin IDF hevur hækkar tilbúgvingarstigið, eftir at hundraðtals kallingartól, sum Hizbollah-limir høvdu uppi á sær, sprongdust í Libanon í gjár.

Ísrael væntar, at Hizbollah fer at svara aftur. Hizbollah leggur Ísrael undir at hava ábyrgdina av, at fleiri hundrað kallingartól sprongdust nærum samstundis. 

Tólv fólk lótu lív, og meira enn 3.000 fingu løstir. 

Ísrael hevur ikki gjørt viðmerkingar um álopið.

 

Tólv fólk lótu lív, og fleiri enn 3.000 vóru særd (Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Luftverjan og hernaðarliga fregnartænastan hava hert tilbúgvingina, stendur í fráboðanini frá útvarpsstøðini hjá herinum. 

Fleiri servandir hermenn skulu eisini flytast til Gasageiran og til libanska markið.

Í nátt hava fleiri fundir verið á høvuðsstøðini hjá ísraelska herinum í Tel Aviv, har støðan var umrødd, sigur útvarpsstøðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572