0,2% møguleika at eydnast? Ja takk, tað taki eg!

0,2% møguleika at eydnast? Ja takk, tað taki eg!
Ein kvinna, sum er mamma, donsk/marokkonsk, yvir 40, og sum roynir seg í Silicon Valley, hevur ikki stórar møguleikar at eydnast, men Soulaima Gourani er undantakið.
 
20.09.2024 - 11:03

Hon er komin langt, síðan hon sum tannáringur fekk at vita frá einari kvinnu á arbeiðsloysisskipanini eitt stað í Jyllandi, at hon bert kundi brúkast til at mála garð, tí hon ongar førleikar hevði.

- Eg var tveitt úr skúlanum í 7. flokki, havi ikki havt støddfrøði síðan í 4. flokki, havi búð til fosturs og á barnaheimi, og tá eg fekk at vita, at tað einasta, eg kundi brúkast til, var at mála garð, so flutti eg av landinum, og tað skuldi vísa seg at gerast byrjanin til eina altjóða starvsleið, sigur Solaima Gourani, sum í dag vitjar á vinnudegnum hjá Vinnuhúsinum.

Tað, at hon fekk eitt skump út í heim, var tað rætta fyri hana, og er tað eisini fyri tey, sum eru sum hon, tí úti í heimi eru fólk, sum ikki leggja so stóran dent á útbúgving, men heldur á persónin og teir eginleikar, sum eru.

- KT-vinnan er sera væl egnað til teirra, sum eru eitt sindur øðrvísi, eisini í dag, tí her nýtist tær ikki at hava eina útbúgving. Eg vaskaði jú vesir, áðrenn eg fekk starv í KT, og í hesari vinnu kanst tú saktans eydnast, um tú bara arbeiðir hart og gevur tær stundir til at seta teg inn í tingini, sigur Soulaima.

Hon býr og starvast í dag í Silicon Valley í USA, sum er heimsins KT-miðdepil, og sum vanliga ikki hevur pláss fyri nógvum kvinnum. Soulaima hevur tó sítt egna virki, Happioh, sum ger forrit til stórar fyritøkur, ið skal gera tað lættari hjá teimum at skipa sítt fundarvirksemi.
 

1697689

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815