Kravdu mvg av gjaldi sum einki mvg hevur

Kravdu mvg av gjaldi sum einki mvg hevur
Bilaútleigarar hava lagt meirvirðisgjald á tunnilsgjøld, hóast tey eru undantikin meirvirðisgjaldi, sigur Brúkaraumboðið
Villleiðandi marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið um tey, sum leiga út bilar, og undirsjóvartunlar.
 
26.09.2024 - 06:22

Tey, sum leiga bilar, eiga greitt at fáa at vita, hvussu nógv, tey skulu gjalda fyri at brúka undirsjóvartunlarnar.

Tað sigur Brúkaraumboðið, sum seinastu tíðina hevur fingið nógvar fyrispurningar og klagur um bilaútleigarar.

Klagurnar eru serliga frá útlendskum ferðafólkum, sum eru ørkymlað um kostnaðin, tá tey koyra í undirsjóvartunlunum. 

Felagið Tunnil hevur eisini sett seg í samband við Brúkaraumboðið, tí ferðafólk venda sær til teirra við somu fyrispurningum.

Sum dømi nevnir Brúkaraumboðið, at ein fyritøka bjóðaði ókeypis koyring í undirsjóvartunlunum. 

Men tá ferðin endaði, og rokningin kom, vísti tað seg, at talan var bara um ókeypis koyring í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum. 

Hetta fekk tann, sum leigaði bilin, ikki at vita.

Villleiðandi marknaðarføring

Talan er um villleiðandi marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið.

Í øðrum førum eru ógreiðar orðingar ella avtalutreytir hjá bilaútleigarum.

Viðskiftafólk ivast í, um prísurin fyri at koyra í tunlunum var fyri annan vegin ella fyri báðar vegir.

Harafturat eru dømi um, at bilútleigarar hava lagt meirvirðisgjald á tunnilsgjøldini, hóast tey eru undantikin meirvirðisgjaldi.

Brúkaraumboðið hevur havt samband við bilaútleigararnar, sum klagað er um. 

Í øllum førum eru marknaðarføringin og avtalutreytirnar rættaðar, sigur Brúkaraumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037