Eysturríki: Frælsisflokkurin vann, men sleppur neyvan í samgongu

Eysturríki: Frælsisflokkurin vann, men sleppur neyvan í samgongu
Frælsisflokkurin hevur ikki meiriluta, og eingin av hinum flokkunum vil samstarva við hann
Herbert Kickl, formaður í Frælsisflokkinum, saman við viðhaldsfólkum í gjárkvøldið eftir valsigurin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.09.2024 - 09:29

Frælsisflokkurin, FPÖ, fekk flestar atkvøður á valinum í Eysturríki. Han fekk 29,2 prosent, vísir fyribils almenna úrslitið.

Innanríkisráðið í Wien legði í nátt út alment fyrstu fyribils úrslitini. 

Sambært teimum, fekk FPÖ 29,2 prosent av atkvøðunum, síðani kemur konservativi flokkurin, ÖVP, við 26,5 prosentum. 

Fyri ÖVP er afturgongd upp á 11 prosentstig síðani valið í 2019, meðan FPÖ hevði 13 prosentstig í framgongd.

Javnaðarflokkurin, SPÖ, er triðstørsti flokkur við 21,1 prosenti av atkvøðunum. Tað er lítil afturgongd, 0,1 prosentstig, síðani valið í 2019.

Hetta er fyrstu ferð, at Frælsisflokkurin er størsti flokkur á tjóðartingsvali í Eysturríki, og hetta er fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein flokkur ytst á høgravonginum hevur vunnið eitt val í Eysturríki, skrivar týska tíðindastovan DPA.

 

Karl Nehammer, formaður í konservativa flokkinum, fær væntandi litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Eysturríki. (Mynd: Reuter/Ritzau Scanpix)

 

Hava skrivað søgu

- Saman hava vit skrivað søgu í dag. Vit hava gloppað hurðini til eitt nýtt tíðarskeið. Tað, sum vit hava megnað, er meira, enn eg nakrantíð hevði droymt um, segði Herbert Kickl, formaður í Frælsisflokkinum, í gjár.

Hann sigur, at valsigurin er greitt tekin um, at alt ikki kann halda fram, sum tað hevur gjørt higartil í landinum. 

Men tað kann gerast torført hjá Kickl at fremja tað, sum hann ætlar - at avloysa konservativa kanslaran, Karl Nehammer.

FPÖ hevur ikki meirluta, og eingin av hinum flokkunum vilja skipa samgongu við Frælsisflokkin undir leiðslu av Kickl.

 

Andreas Babler er formaður í eysturríkska javnaðarflokkinum, SPÖ. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Forsetin eisini ímóti

Og tað er heldur ikki vist, at forsetin í Eysturríki, Alexander von der Bellen, fer at líta størsta flokkinum á valinum upp í hendur at skipa stjórn, skrivar DPA.

Forsetin, sum er fyrrverandi formaður fyri Grøna flokkin, hevur fleiri ferðir funnist at støðuni hjá FPÖ í sambandi við eitt nú ES, migratión og kríggið í Ukraina.

Tí eru sannlíkindi fyri, at Nehammer og konservativi flokkurin hjá honum verða tey fyrstu, sum fáa litið upp í hendur at skipa stjórn í Eysturríki, skrivar DPA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Týsdag 11. mars
Morgunlestur týsdagur 11. mars 2025
188898
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823