Hallið á fíggjarlógini minkar, tí minni verður goldið í Búskapargrunnin

Hallið á fíggjarlógini minkar, tí minni verður goldið í Búskapargrunnin
Hallið í 2025 verður mett til 83 milliónir kr., men alivinnan og sjóvinnan rinda 200 milliónir meira í landskassan næsta ár
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevði tíðindafund fyrrapartin um fíggjarlógaruppskotið fyri 2025
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2024 - 13:10

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fyrrapartin fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025.

Roknað verður við, at hallið á fíggjarlógini verður 83 milliónir kr.

Men samstundis verður lógin um Búskapargrunnin broytt, soleiðis at upphæddirnar í lógini hækka 100 millónir kr., áðrenn alivinnan og sjóvinnan rinda í grunnin. 

Á tann hátt koma 200 milliónir kr. meira í landskassan í 2025.

Samlaðu inntøkurnar í 2025 verða sjey milliardir og 436 milliónir krónur, og útreiðslurnar til rakstur, løgur og lán vera sjey milliardir og 519 milliónir krónur. 

Hallið verður sostatt 83 milliónir krónur.

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, las gjølla í fíggjarlógini, tá hon var løgd fram fyrrapartin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Størri hall í ár

Hallið í ár verður væl størri enn mett. Fíggjarmálaráðið roknar við, at landskassin fer at hava umleið 200 milliónir krónur í 2024. 

Ein av stóru íløgunum í 2025 er Suðuroyartunnilin. 100 milliónir eru settar av. Eisini í 2026 og 2027 verða 100 milliónir settar av um árið.

Uppskotið um fíggjarlóg kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin. Síðani fer tað í fíggjarnevndina.

Hoyr samrøðu, sum Svein Tróndarson gjørdi við Ruth Vang í útvarpstíðindunum: 

 

30092024_Figgjarlog_og_Ruth

 

Frá framløguni av fíggjarlógini í Smæruni fyrrapartin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786