Svenskir ríkisborgarar skuldsettir fyri yvirgang í Danmark

Svenskir ríkisborgarar skuldsettir fyri yvirgang í Danmark
Teir báðir svensku ríkisborgararnir, sum vórðu skuldsettir fyri spreingingarnar tætt við ísraelsku sendistovuna fyrr í vikuni, eru nú skuldsettir fyri yvirgang
Løgreglan til staðar við ísraelsku sendistovuna mikudagin
Mynd: Emil Nicolai Helms, Ritzau Scanpix  
 
05.10.2024 - 18:16

Teir báðir svensku ríkisborgararnir, sum vórðu skuldsettir fyri spreingingarnar í Hellerup í Danmark tætt við ísraelsku sendistovuna fyrr í vikuni, eru nú skuldsettir fyri yvirgang.

Tað skrivar politiið í Keypmannahavn á miðlinum, X.

Politiið sigur eisini, at kanningararbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við donsku fregnartænastuna, PET.

Tað var mikudagin í hesi vikuni, at tvær hondgranatir sprongdust tætt við ísraelsku sendistovuna í Hellerup.

Fyrr í vikuni segði danska løgreglan, at tað var ikki var greitt, um sendistovan var málið fyri spreingingarnar.

Svensku ríkisborgararnir, sum báðir eru menn, vórðu handtiknir á einum tokið við høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn mikudagin.

Sambært politinum vóru menninir áveg til Týsklands.

Menninir, sum eru ávikavist 16 og 19 ár, eru skuldsettir fyri at hava fimm hondgranatir í varðveitslu og fyri at hava flyta tvær av teimum nærindis ísraelsku sendistovuna.

Sambært danska kringvarpinum, nokta menninir seg sekan, men eru í løtuni varðhaldsfongslaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949