Landsstýrismaðurin velur ikki síðu í stríðnum í Miðeystri

Landsstýrismaðurin velur ikki síðu í stríðnum í Miðeystri
Nú má vápnahvíld fáast í lag, gíslarnir latast leysir og ein tvíríkjaloysn finnast. Tað var boðskapurin hjá Høgna Hoydal, sum helt røðu á stuðulstiltakið fyri Palestina ídag
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur røðu uttanfyri Blábarr í Havn.
Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe  
 
05.10.2024 - 18:21

- Nú má vápnahvíld fáast í lag, gíslarnir latast leysir og ein tvíríkjaloysn finnast.

Tað var boðskapurin hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Høgna Hoydal, sum helt røðu á stuðulstiltakið fyri Palestina í Havn ídag.

Landsstýrismaðurin sigur seg ikki velja síðu í stríðnum í Miðeystri.

Hoyr fyrra part av samrøðuni í útvarpstíðindunum

1700752
 
Tað var áhugabólkurin Samhugi við Palestina, sum skipaði fyri friðargongu og stuðulstiltaki.

 

Í mai handaði áhugabólkurin Samhugi við Palestina landsstýrismanninum í uttanríkismálum 1000 undirskriftir, og heitti á hann, um at taka føroyska sendifólkið í Tel Aviv heim, og at lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur.

- Men tað verður av ongum, sigur Høgni Hoydal.

Hoyr seinna part av samrøðuni í útvarpstíðindunum

1700753

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711