Smuglaði rúsevni innvortis

Smuglaði rúsevni innvortis
Maðurin, sum er føroyingur miðskeiðis í tríatiárunum, hevði 90 gramm av hassji
Maðurin var latin leysur, tá politiið var liðugt við hann. Maðurin fær boð um at møta í rættinum seinni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.10.2024 - 08:24

Ein maður, sum kom við flogfari úr Danmark í gjár, var tikin, tí illgruni var um, hann hevði rúsevni innvortis.

Tað vísti røntgenkanningin eisini.

Maðurin, sum er føroyingur miðskeiðis í tríatiárunum, hevði 90 gramm av hassji.

Hann var latin leysur, tá politiið var liðugt við hann.

Hann fær boð um at koma í rættin seinni, sigur Føroya Politi í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723