Fyrstu línuskipini fara nú á Bankan

Fyrstu línuskipini fara nú á Bankan
Útróðrarbátarnir hava higartil avreitt fyri 16 milliónir krónur av tí, sum er fiskað á Føroyabanka
Smærru útróðrarbátarnir í bólki-5 hava fiskað tilsamans 323 tons á Føroyabanka. (Savnsmynd)
 
15.10.2024 - 11:55

Stóru línuskipini í bólki-3 eiga 40 fiskidagar tilsamans á Føroyabanka.

Tá veiðiloyvini í bólkinum eru heili 21 í tali, so eru bara tveir fiskidagar í part, og tí eru fyrstu avhendingar av fiskidøgum á Føroyabanka eisini longu farnar fram, at kalla samstundis sum loyvini at royna á Føroyabanka verða útskrivað frá Vørn. 

Higartil eru fiskidagarnir á Føroyabanka savnaðir á tvey línuskip, tey eru Stapin og Klakkur. 

Men enn eru tó ikki øll føroyabanka-loyvi hjá línuskipunum útskrivað.

 

Stapin.

 

Klakkur.

 

Útróðrarbátar longu verið á Bankanum

Kunngerðin, sum skipar fiskiskapin á Føroyabanka í ár, gevur línuskipunum 40 fiskidagar á bankanum, stóru útróðrarbátarnir í bólki-4 fáa tilsamans 135 fiskidagar og smærru útróðrarbátarnir í bólki-5 fáa tilsamans 90 fiskidagar á Føroyabanka.

Meðan línuskipini hava roynt aðrar leiðir, so hava útróðrarbátarnir longu verið á Føroyabanka. Avreiðingarseðlarnir, ið Vørn savnar, geva eina mynd av fiskiskapi og prísi.

Størru útróðrarbátarnir í bólki-4 hava fiskað 282 tons á bankanum. Av hesum eru 111 tons toskur, 91 tons hýsa og restin longa, brosma og havtaska. Fiskurin av Føroyabanka er avreiddur fyri góðar 6,9 milliónir krónur, tað eru smáar 25 krónur/kilo.

 

Føroyabanki hevur síðstu árini verið eitt gott ískoyti hjá línuskipum og útróðrarbátum.

 

Smærru útróðrarbátarnir í bólki-5 hava fiskað tilsamans 323 tons á Føroyabanka. Av hesum eru 227 tons toskur og 45 tons hýsa. Avreitt er fyri góðar níggju milliónir krónur, tað eru áleið 28 krónur/kilo.

Sambært Vørn skal fyrivarni tó takast fyri tølunum, tí ikki er vist, at allir avreiðingarseðlar eru tiknir við í almennu tølini enn.

 

Nærum allir dagar brúktir

Vørn upplýsir, at nærum allir fiskidagar á Føroyabanka hjá hesum bólkum brúktir. 14 fiskidagar eru eftir í bólki-4, og 10 dagar eru eftir í bólki-5.

Føroyabanki hevur síðstu árini verið eitt gott ískoyti hjá línuskipum og útróðrarbátum. Í fjør fiskaðu tey góð 1700 tons á Føroyabanka, ið vórðu avreidd fyri góðar 42 milliónir krónur. Av hesum vóru góð 900 tons toskur, sum varð avreiddur fyri 30 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Mikudag 28. januar
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
203366
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379