Moldova: Val móti eystri ella vesturi

Moldova: Val móti eystri ella vesturi
Val er í Moldova í dag. Íbúgvarnir skulu velja forseta, men atkvøðugreiðsla verður eisini um, hvørt landið skal halda áfram við at royna at sleppa upp í ES
Mai Sandu, forseti í Moldova, hevur júst greitt atkvøðu.
Mynd: Vladislav Culiomza/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.10.2024 - 15:15

Í eysturevropeiska landinum Moldova búgva góðar 2,4 milliónir fólk, og landið er eitt av londunum, sum fekk sjálvstýri eftir at Sovjettsamveldið skrædnaði sundur í 1991. Landið er grannaland hjá Ukreina, og hevur síðani sveiggjað ímillum at hella seg afturat Russlandi og at hella seg afturat vesturlondunum í ES.

Valið í dag verður mett at vera av stórum týdningi fyri, hvønn veg landið fer politiskt -  móti eystri ella vesturi.

Núverandi forsetin, Maia Sandu, stillar upp fyri aðru ferð, og hon fer til val uppá, at tað verður eitt ja til framhaldandi ES-samráðingar. Málið hevur higartil verið at gerast ES-limur í 2030. Veljarakanningar siga, at eini 65 prosent av fólkinum í Moldova ynskja limaskap í ES. Hetta skrivar bretski miðilin The Guardian.

 

Hybridkríggj

The Guardian skrivar eisini, at eygleiðarar siga frá um sterka og miðvísa ávirkan úr Russlandi fyri at fáa moldovar at siga nei á fólkaatkvøðuni. Politiovastin í Moldova hevði fyrr í oktober tíðindafund, har hann ákærdi Ilan Shor, ein av oddamonnunum fyri kampanjuni ímóti ES-limaskapi, fyri at standa fyri skipaðari herferð at mutra fólk til at atkvøða ímóti, og at tollvaldið í Moldova síðani í mai hevur tikið fleiri fólk, sum eru komin úr Russlandi við stórum, kontantum peningaupphæddum í viðførinum. 
 
Tíðindastovan AP skrivar eisini um muturmálið, og sigur, at moldovsk embætisfólk umrøða trýstið frá Russlandi sum “hybridkríggj”, ið hevur til endamáls at fáa landið av kósini móti ES.

Moldova er eitt hitt fátækasta landið í Evropa, og er búskaparliga tætt knýtt at Russlandi, eitt nú fær landið streym og gass úr Russlandi. Hinvegin, so arbeiða nógvir moldovar í ES.

Moldova hevur Ukreina og Rumenia sum grannalond, og flestu moldovar tosa rumenskt. Restin tosar russiskt.

Ein triðingur av veljarunum skal luttaka í fólkaatkvøðuni, fyri at hon skal hava gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815