Tingfundur

Tingfundur
Fleiri mál eru fyri á tingfundinum sum byrjar kl. 11
 
22.10.2013 - 09:32

Sandoyggin er á skránni hjá løgtinginum í dag, bæði virknis- og umlættingardepil til børn og ung og berghol til Dals.

Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum.

Depilin má ikki kosta meira enn 12,4 mió. kr. Raksturin er mettur at kosta hálva fjórðu millión um árið.

Og løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Hendrik Old í Javnaðarflokkinum vilja hava berghol til Dals og til Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar.

Tvær atkvøðugreiðslur eru á dagsskránni, onnur um dagførdu lógina um at løggilda heilsustarvsfólk. Tað uppskotið er longu samtykt fyrru ferð.

Og atkvøðast skal um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at geva lesandi í Føroyum ávikavist 373 og 180 krónur meira, sum hevur aðru viðgerð í dag.

Samgongufólkini í Mentanarnevndini mæla til ikki at atkvøða fyri uppskotinum.

Uppskotið hjá Tjóðveldi um longri barsilstíð við løn, og uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um rættin at sleppa at arbeiða fulla tíð og endurskoða yrkisútbúgvingarnar skulu hava fyrstu viðgerð í dag.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808